
Dátuvernd
Viðgerð av persónsupplýsingum
Tá ið tú hevur hald frá Televarpinum, skráseta og viðgera vit, sum dátuábyrgdari, persónsupplýsingar um teg. Hesin politikkur fevnir um hesi sløg av tænastum:
- Televarp DVB-T (við antennu)
- Televarp IP-boks
- Televarp app
- Viaplay
Í hesum politikki greiða vit frá, hvussu vit viðgera persónsdátur; millum annað hvat dáturnar verða brúktar til, og hvør hevur atgongd til dáturnar.
Hvørjar upplýsingar?
Tá ið tú ert kundi hjá okkum, viðgera vit hesar upplýsingar um teg:
- Navn
- Bústaður
- Telefonnummar
- Teldupostur
- Loyniorð til sjálvgreiðslu
- Kundanummar
- Føðingardag
- Peningastovnskontu
- Haldval
- Rokningar og inngjøld
- Segmentering
- Koyrikortnummar ella passnummar
Televarp DVB-T
Um tú hevur Televarpið við antennu, viðgera vit hesar upplýsingar:
- Kortnummar
- Modulnummar
Televarp IP-boks
Um tú hevur Televarpið sum IPTV, viðgera vit hesar upplýsingar:
- Breiðbandshald
- IP-boksnummar
- Nýtsluupplýsingar til dygdarmenning
Televarp app
Um tú brúkar Televarpsappina, viðgera vit hesar upplýsingar:
- Upplýsingar um nýtslueindir
- Nýtsluupplýsingar til dygdarmenning
Viaplay
Um tú hevur Viaplay gjøgnum Televarpið, viðgera vit hesar upplýsingar:
- Leinki til Viaplay-hald
Hví viðgera persónsupplýsingar?
Endamálið við viðgerðini av persónsupplýsingum er:
- At geva tær atgongd til sjónvarpstænastur, sum tú sambært sáttmála hevur rætt til at síggja
- Fyri at góðskutryggja og menna IP-sendinetið
Veitingar av Viaplay