
Hvat er IPTV?
IPTV er ein sonn sjónvarpsopinbering. Við Televarpinum sum IPTV gerst alt snildari, betri og nærri veruleikanum. Tað finnast fleiri fyrimunir, sum lyfta sjónvarpsupplivilsið upp á nógv hægri støði. IPTV merkir í stuttum, at tú brúkar breiðbandið at hyggja í sjónvarp við. Við IPTV er eingin antenna, og tú fært atgongd til fleiri snildar tænastur, umframt at tú sært allar rásirnar í sjónvarpinum.
Tænasturnar eru:

Tú sært allar rásirnar í sjónvarpinum.

Tú sært allar rásirnar í HD-myndagóðsku.

48 tímar aftur í tíð og síggja tað, tú ikki sást.

Byrja umaftur, um tú ikki fekst byrjanina við.

Steðga og byrja aftur, um tú vart órógvað/ur.
Fyri at síggja Televarpið sum IPTV krevst:
- 30Mbit breiðbandshald ella hægri
- IPTV-boks, sum fæst til keyps í Telebúðunum
- Kaðalsamband millum IPTV-boks og beinara
- Ein beinari av hesum slagi:
- FRITZ!Box 7581
- FRITZ!Box 7583
- FRITZ!Box 7530
- Technicolor TG789vac
- Technicolor TG789vac v2
- Technicolor TH789vn v3
- Zyxel VMG8825-B50B
Eitt byrjanargjald upp á 595 krónur fyri verandi kundar og 995 krónur fyri nýggjar kundar er knýtt at IPTV. Í hesum byrjanargjaldi er IPTV-boksin íroknað.

Ofta spurdir spurningar um IPTV
Les alt, sum er vert at vita, um IPTV
IPTV ger alt snildari og betri. Tað eru fleiri fyrimunir, sum lyfta sjónvarpsupplivilsið upp á eitt nógv hægri støði. IPTV merkir í stuttum, at tú brúkar títt breiðband at hyggja í sjónvarp við. Við IPTV er eingin antenna, og tú fært atgongd til fleiri snildar tænastur, umframt at tú sært allar rásirnar í sjónvarpinum.
Hentleikarnir eru:
- HD-myndagóðsku
- Aftur í tíð
- Byrja umaftur
- Steðga og byrja aftur
Fylg vegleiðingini í sjónbandinum og lær at brúka funkurnar:
IPTV-boksin skal setast til streym, og kápulsamband (LAN) skal vera millum boks og internetbeinara. Frá boksini skal HDMI-kápil setast til sjónvarpið. Tað er ikki møguligt at síggja Televarpið sum IPTV uttan kaðal millum boks og beinara.
Tá tú tendrar IPTV-boksina fyrstu ferð, skalt tú tøppa inn kundanr. og 4-siffrað loynital, sum stendur í ordraváttanini. Tá hetta er gjørt, verður boksin sjálvvirkandi dagførd. Hetta kann taka upp til fimm minuttir, og tá er boksin klár at brúka.
Fylg vegleiðingini í sjónbandinum:
Regla nummar 1, tá ið okkurt er á vási. Royn at endurbyrja, tí aloftast loysir tað trupulleikan. Soleiðis endurbyrjar tú IPTV-kassan. Fylg vegleiðingini í sjónbandinum:
Sprechen Sie deutsch? Nei, kanska ikki. Men tá tú hevur Televarpið sum IPTV, kanskt tú broyta málið á undirteksti og valmynd-teksti. Fylg vegleiðingini í sjónbandinum:
Niðanfyri er vegleiðing, hvussu tú tendrar áminningar á IPTV, so tú kanst fáa áminningar um sendingar, filmar ella ítrótt, tú vilt síggja. Fylg vegleiðingini í sjónbandinum:
Sum oftast er orsøkin, at tú hevur hevur ein aktivan yndislista (favoritliste), har rásirnar ikki eru valdar.
Til ber at rætta hetta soleiðis:
- Far inn á Menu
- Vel Favoritter
- Vel Alle
- Vel Aktiver Alle
Vegleiðing til fjarstýring:
Hvussu byrji eg eina sending av nýggjum:
- Fyri at byrja eina sending av nýggjum trýst á “i” (information) á rásini/sendingini, tú ynskir at byrja av nýggjum -> Vel “Start forfra” (Mynd 1) og trýst á “OK” fyri at byrja av nýggjum.

- Eisini ber til at trýst á “Rewind”-knappin á fjarstýringini fyri at byrja sendingina av nýggjum.
- Fyri at fara aftur í tíð skal tú trýsta á “Guide” og velja ynsktu rásina við hjálp frá pílunum (Mynd 2) og trýst síðan á pílarnar til at velja ynsktu sending. Trýst síðan OK á Vel síðan “Afspil program” (Mynd 3). Tað er møguligt at fara 48 tímar aftur í tíð.


- Tá ið man er farin “aftur í tíð” ella byrja eina sending av nýggjum er møguligt at spola í sendingini. Hetta gert tú við at trýsta á knøttarnar. Eisini er møguligt at “hoppa” fram ella aftur í sendingini við at tøppa minuttirnar inn. T.d. um tú ynskir at síggja frá 28 minutti, so tøppar tú bara 28 inn og trýstir á “OK”-knøttin.
- Er tørvur á at endurbyrja kassan trýstir man á Menu -> Systeminfo (Mynd 4) -> Gentstart (Mynd 5) á vel “Genstart set-top boksen”fyri at reboota IPTV boksina.


Vegleiðing til uppseting av IPTV-boksini:
Boksin, sum skal setast til streym- og kápulsamband (LAN), skal vera millum kassan og beinaran. Frá kassanum skal ein HDMI-kápil setast til sjónvarpið. Tað er ikki møguligt at síggja Televarpið gjøgnum internetið uttan kaðal millum IPTV-boksina og tín beinara. Sí mynd 1 niðan fyri.
LAN-kápilin gevur internetsambandið, ið loyvir tær at síggja Televarpið, og HDMI-kápilin er til at knýta myndina og ljóð til sjónvarpið.

Tá tú tendrar IPTV-boksina fyri fyrstu ferð, skalt tú tøppa inn kunda nr. og tað 4-siffraða loynitalið, sum er at finna í ordraváttanini. Tá hetta er gjørt, verður boksin sjálvvirkandi dagførd. Hetta kann taka upp til 5 minuttir, og tá er boksin klár at brúka.
Tú skalt hava fylgjandi upp á pláss, áðrenn tú kanst byrja at hugsa um at fáa tær Televarpið sum IPTV:
- 30Mbit breiðbandssamband ella hægri
- IPTV upptekur pláss á breiðbandinum, so um tú vilt gera alt hitt á netinum, so mást tú velja 30Mbit ella hægri.
- IPTV tekur 7.5Mbit per boks/sjónvarp
- Kaðalsamband millum beinara og IPTV-boks
- 100% gott samband.
- Tráðleyst er gott til okkurt, men við Televarpinum sum IPTV ber ikki til at hava tráðleyst internetsamband við IPTV-boksina.
- Rætta beinara
- Beinarar, sum blaka tráðleysa internetið út í hvønn krók í húsinum, eru ymiskir í góðsku. Tískil mæla vit til, at tú keypir ein av hesum:
- FRITZ!Box 7581
- FRITZ!Box 7583
- FRITZ!Box 7530
- Technicolor TG789vac
- Technicolor TG789vac v2
- Technicolor TH789vn v3
- Zyxel VMG8825-B50B
- Beinarar, sum blaka tráðleysa internetið út í hvønn krók í húsinum, eru ymiskir í góðsku. Tískil mæla vit til, at tú keypir ein av hesum:
- IPTV-boks
- Tá tú bíleggur Televarpið sum IPTV, mást tú samstundis keypa eina IPTV-boks, boks gjaldi er 69 kr/mðn.
- Eitt byrjunargjald á 595 kr, fyri núverandi kundar og 995 kr fyri nýggjar kundar er knýtt at IPTV. Í hesum byrjunargjald er IPTV boksin írokna.
IPTV ger alt snildari og betri. Tað eru fleiri fyrimunir, sum lyfta sjónvarpsupplivilsið upp á eitt nógv hægri støði. IPTV hevur nógvir hentleikar:
- Allar rásir í sjónvarpinum
- Televarpið við antennu merkir, at tú ikki sært allar rásirnar, sum eru í pakkanum, í sjónvarpinum. Nakrar eru einans í Televarpsappini og netvarpinum á tv.fo. Við IPTV fært tú allar rásirnar í sjónvarpinum
- Allar rásir í HD
- Trýst her fyri at síggja, hvørjar rásir eru í HD
- Steðga og byrja aftur
- Tú kanst steðga sending – eisini live sending – og byrja aftur, har tú steðgaði
- Byrja umaftur
- Fekst tú ikki byrjanina við, so kanst tú byrja sendingina ella filmin av nýggjum
- Aftur í tíð
- Tú kanst fara 48 tímar aftur í tíð og síggja sendingar, sum hava verið
Vit viðmæla eina breiðbandsferð á í minsta lagi 30 Mbit, tí so hevur tú pláss til alt annað.
Tá tú hyggur at Televarpinum sum IPTV um breiðbandið, brúkar Televarpið upp til 5 Mbit, so tú skalt minst hava eitt 10 Mbit breiðbandshald fyri at hava nakað eftir til aðra internetferðslu. Ynskir tú at síggja Televarpið á fleiri tólum samstundis, er neyðugt at hava hægri ferð á breiðbandinum. 4 tól samstundis krevja tískil 20 Mbit.
Haldini
Her er alt fyri øll og sindur afturat. Vel haldið, sum hóskar til tín, og avgerð, um tú vilt síggja Televarpið gjøgnum antennu ella IPTV. Les meira um IPTV undir haldunum.
